Okkara Birita varð á Føroyameistarstevnuni vald til ársins stjørnuskot hjá kvinnum, við atkvøðugreiðslu millum venjarar í øllum feløgum. Eg vil geva Bjarnasyni rætt, at kappingin má hava verið hørð millum hana, Poulu Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Ceciliu Eysturdal úr Ægir, serliga nú eftir FM, og okkara uppgáva er tí nú at gera hana og Astrið til meira enn ‘one-trick-wonders’, sum bara duga tað heilt stutta (væl).
Folkens… harðari venjing, fleiri metrar, tyngri vektir og meira tíð
