Vit burdu verið øgiliga glað, nú Birita Debes sum fyrsta genta og yngsti svimjari úr FLOT nakrantíð er sloppin við til Oyggjaleikir á Álandi, umframt at liggja heilt væl fyri til at sleppa til heimsmestarastevnuna í Rom eisini. Men tað pínir at Astrið reyk út úr oyggjaleikahópinum her á síðsta degi, og dupult tá man hoyrir at summi opinbart frøddust opinlýst um at hon ikki slapp við.
Ikki eitt ónt orð um Guðrun ella Havnar Svimjifelag, tí tað er fair kapping at møta upp og vinna so ruddiliga á okkara, í kapping sum var til tað sama. Tað er bara hitt, sum eg hoyrdi sum slatur úr øllum herðashornum í gjár, ið ljóðar ófatiligt. At nøkur ung og vaksin høvdu tað ordiliga stuttligt tí at Astrið ikki slapp við, uttan ein gang av hava ‘pli’ nokk til at halda tað fyri seg sjálvan.
Vónandi ein misskiljing, tí hitt vildi verið eitt skríggjandi dømi um vánaligan ítróttaranda.
3 viðmerkingar
Eg hoyrdi eisini sum slatur í gjár at “onkur” frøddist yvur at Astrið reyk út. Haldi tað vera ófatuliga ringur sports andi at frøðast yvur at onnur mislukka.
Sjálvt um eg ikki sjálv var til kappingina og ikki sá hetta við mínum egnum eygum, so loyvi eg mær stadigvekk at umrøða hetta! haldi tað er fúl skomm, og haldi at viðkomandi skuldi biðið orsakað til Astrið!
Puff!!.. beliv so ørg og harm um hatta tá eg hoyrdi tað, at eg mátti siga mína meining! Ja nåh!!
ja!
Og eg bleiv so djúpt sára av hasum.
Tá ein vissur persónur gekk runt og rópti
og frøddist um at eg reyk úr OYL, tad hevði eg ikki trúd um
tann persónin. Eg sigi sum Randi, eg haldi virkuliga at hattar er ein fúl skomm og at persóurin skuldi biðið um orsakað.
Og ikki at gleima, Poula Mohr takk fyri at tú uggaði meg við hasum,
tad hjálpti mær ótrúgliga nógv.
Hatta ljóðar sera sera harmuligt! Sjálvur var eg ikki til staðar í Gundadali, men hatta er uttanfyri alt mark.
Men eg dugi ikki at síggja at vit skullu verða loyal yvir fyri viðkomandi, og tað er eingin grund, til ikki at “útstilla” viðkomandi, ið kemur við slíkum.
Tí fari at eg spyrja. Hvør var tað sum opinlýst gekk og “gottaði” sær, tí Astrid ikki kom við?
Annars vil eg minna á eina hending fyri nøkrum árum síðani, har tveir svimjarar vóru í sera harðari kapping. Tann ið var fyrr á mál rópti “sucker” eftir tí seinna, eftir at teir vóru komnir á mál. So vítt sum eg minnist, fekk tað konsekvensir fyri viðkomandi, tí tað var vánaligur ítróttarandi.
Hevur ein disipinær avgerð slett ikki verði uppi at venda í hesum førinum (um møguligt)?