Rókur is off

Vegna ósemju við sitandi FLOT nevnd, hevur undirritaði valt at taka seg úr øllum arbeiði fyri FLOT. Hetta merkir millum  annað, at hendan heimasíða ikki verður dagførd longur, men tvørtur ímóti tikin av alnetinum um ikki so langa tíð, umframt at allar teldupostadressur við økisnavninum “flot.info” verða gjørdar óvirknar. Hetta hevur ikki beinleiðis nakað við hesa ósemju at gera, men heldur ein avleiðing av at eg persónliga havi keypt økisnavnið, bygt heimasíðuna upp, og uttan samsýning rikið hana fyri FLOT, ta tíð sum hendan nevnd hevur sitið.

Jóan Símun fletti bjørn nr 2

Í Letlandi búgva eisini bjarnir, og besta vápnið er tí toftamaðurin Jóan Símun Edmundsson. 0-1 til Føroyar, ímóti Letlandi, í Letlandi :-)

IMG_0725

Tróndur er saltokongur á Toftum

81 saltoir uppá bara éina longd, í 16 metra hylinum á Toftum, uttan at nerta við botn, kant ella banatog :-)

DSC00521

Innbjóðing til FLOT stevnu 2009

Til Svimjifeløgini

FLOT vil við hesum bjóða til FLOT-stevnu leygardagin 14. novembur 2009, í Tofta Skúla fyri bólk 3 og 4.

Tilmeldingarfreistin er mikukvøld 11. novembur við WinGrodan fílu til teldupost: runi [kurla] flot.info Les meira »

Firvald Čavić-style

Fyrstu 2 minuttirnir eru ógvuliga áhugaverdir, her av serbiska heimsmeistaranum í 50 firvald, Milorad Čavić. Vit royndu tað í hylinum í kvøld, og tað ‘klikti’ bara hjá øllum svimjarunum í senn.

Venjaravenjing týskvøld

Komandi týskvøld klokkan 20 royndarkoyra vit fyri fyrstu ferð eitt nýtt slag av venjing á Toftum, sum vit hava valt at kalla fyri “venjaravenjing”. Hetta er eitt tilboð til serliga venjararnar hjá FLOT, at sleppa í hylin eina ferð um vikuna at svimja nakrar metrar, fyri síðan í felag at royna okkurt svimjitekniskt uppá sín egna kropp. Tú kanst kalla tað eitt slag av masterssvimjing, blandað upp við regluligum repetitiónum av tí sum man lærir til dømis á merkjaskipanar-skeiðunum, og við royndarkoyring av øllum tí nýggja sum kemur fram innan svimjiteknikk.

CIMG2172

Les meira »

Gull og gullnál til Biritu

Á sum hon kláraði seg væl í Álandi. Gull, landsliðsmet og oyggjaleikamet í 4×50 blandað og 4×100 blandað, og eisini gull fyri at fáa 4×50 frí stafettina í finalu. Bronsu í 100 rygg. Juniormet í 50, 100 og 200 rygg, og gull og gullnál í 50 rygg, við tíð undir 30 sekund. Fantastiskt Birita!

CIMG0245

Jóan Símun basti russisku bjørnini

Aja, onkuntíð følist tað ikki heilt so galið, at missa ein svimjara til fótbóltin. Ikki at eg ivaðist… tí kundi hann finta meg, so kundi hann finta allar ;-)

IMG_0725

Til Havnar vit fara …

Úrvaldir svimjarar á fyrstaliðnum hava í longri tíð ferðast til Klaksvíkar mikudagar, til at kunna venja í 25 metra hyli. Og nú royna vit so Havnina eisini, við stórari vælvild frá Havnar Svimjifelag. Ein fín venjing, í dýrdarveðrinum leygardag.

Her er tað Astrið sum svimur 50 frí uppá tíð, saman við millum øðrum Guðruni H. Jacobsen:

Birita Debes er ársins stjørnuskot

Okkara Birita varð á Føroyameistarstevnuni vald til ársins stjørnuskot hjá kvinnum, við atkvøðugreiðslu millum venjarar í øllum feløgum. Eg vil geva Bjarnasyni rætt, at kappingin má hava verið hørð millum hana, Poulu Ø. Mohr úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Ceciliu Eysturdal úr Ægir, serliga nú eftir FM, og okkara uppgáva er tí nú at gera hana og Astrið til meira enn ‘one-trick-wonders’, sum bara duga tað heilt stutta (væl).

Folkens… harðari venjing, fleiri metrar, tyngri vektir og meira tíð :-)

CIMG8314